Um felagið

Foreningen-Rigsfaellesskabet.com

mail@foreningen-rigsfaellesskabet.com

Kontakt tlf: + 45 71758269

Um felagið

Felagið Ríkisfelagsskapurin

 

Endamál felagsins er at varðveita ein væl virkandi ríkisfelagsskap millum Føroyar, Grønland og Danmark, herundir at menna samstarvið landanna millum og leggja nýtt innihald afturat tí, sum longu finst í ríkisfelagsskapinum.

 

Felagið Ríkisfelagsskapurin fer aktivt - fólksliga, politiskt og innan list - at styrkja felagsskapin millum Føroyar, Grønland og Danmark og harvið tilhoyrið millum fólkini í teimum trimum londunum. Hetta merkir, at vit ynskja ríkisfelagsskapin varðveittan.

 

Vit vilja virka fyri at økja almennu vitanina um londini í ríkisfelagsskapinum og vitanina um skipanina í ríkisfelagsskapinum. Í tí sambandi vilja vit fremja ein frælsan og opnan dialog um búskaparlig, fólkaræðislig, mentanarlig, sosial og samfelagslig viðurskifti.

 

Felagið fer at arbeiða fyri einum nýggjum, sterkum felagsskapi og fyri nógv tættari samstarvi millum parlamentini og stjórnirnar í teimum trimum londunum í ríkisfelagsskapinum. Í tí sambandi ætlar felagið at vera ráðgevandi í mun til avgerðir, ið verða tiknar ríkisfelagsskapinum viðvíkjandi. Eisini vilja vit arbeiða fyri at stovna skrivstovu felagsins.

 

Okkara fatan er, at ómetaliga nógv knýtur føroyingar, grønlendingar og danir saman - søguliga, kensluliga og í ættarbondum. Í tí sambandi vilja vit arbeiða ímóti mytum og fordómum, ið gera seg galdandi.

 

Vit vilja virka fyri at betra almenna umdømið hjá ríkisfelagsskapinum millum fólkini í teimum trimum londunum. Í fólkaskúla og miðnámsskúlum í Føroyum, Grønlandi og Danmark skal felagsskapurin gerast ein týðandi partur av søgu- og samfelagskunningini. Vit ynskja tí, at íløgur verða gjørdar í nýtt og gott undirvísingartilfar, ið kunnar um føroysk, grønlendsk og donsk samfelagsviðurskifti, mentan og søgu, og í tí sambandi skal ríkisfelagsskapurin gerast týðandi partur av lestrarætlanum skúlanna.

 

Felagið vil virka fyri, at tjóðardagarnir í Føroyum, Grønlandi og Danmark frameftir verða hátíðarhildnir í øllum trimum londunum, eitt nú sum almennir flaggdagar. Somuleiðis vil felagið arbeiða fyri einum almennum "Ríkisfelagsskapsdegi".

 

Felagið vil virka fyri at fremja leiklutin hjá ríkisfelagsskapinum í Europa og restini av heiminum. Vit skulu eisini varpa ljós á, hvønn týdning okkara felagsskapur kann hava í norðurlendskum samanheingi.

 

....................................................................................

 

Advisory Board til bestyrelsen:

Uffe Ellemann- Jensen

Gitte Seeberg

Torben Ørting Jørgensen

Preben Mejer

 

Nevndin

Formaður

Nauja Lynge

nauja@lynge.me

Næstformaður

Edmund Joensen

Nevndarlimir

Jairus Lyberth

jairus@live.dk

Martine Lynge Lyngesen

martine@lyngesen.dk

Nikolaj Olsvig

olsvig@privat.dk

Michael Keldsen

mk@kromannreumert.com