Fjølmiðlar

Foreningen-Rigsfaellesskabet.com

mail@foreningen-rigsfaellesskabet.com

Kontakt tlf: + 45 71758269

Fjølmiðlar

Til fjølmiðlarnar.

 

Fleiri upplýsingar og viðmerkingar eru at fáa frá

 

Formaður

Nauja Lynge

tlf. + 45 71758269

teldupost: nauja@lynge.me

 

Næstformaður

Edmund Joensen

tlf. +45 61625617 ella +298 220390

teldupost: edmundjoensen2@gmail.com

 

ella grønlendska talsmannin hjá felagnum,

Jairus Lyberth

tlf. +45 51901754

teldupost:jairus@live.dk

..............................................................................................................................................

 

TÍÐINDASKRIV 25, august 2014

 

"Felagið Ríkisfelagsskapurin" stovnað

Føroyingar, grønlendingar og danir standa aftan fyri eina nýggja fólksliga rørslu, ið ynskir at varðveita og styrkja Ríkisfelagsskapin

 

Á fundi í Keypmannahavn millum føroyingar, grønlendingar og danir er "Felagið Ríkisfelagsskapurin" stovnaður við tí endamáli at varðveita og styrkja ríkisfelagsskapin - til gagns og gleði fyri komandi ættarlið.

Harvið hevur ein nýggj, fólkslig rørsla sæð dagsins ljós júst í einari tíð, har ið Ríkisfelagsskapurin er undir trýsti.

- Vit siga klárt og greitt "ja" til ríkisfelagsskapin, tí vit eru sannførd um, at Grønland, Føroyar og Danmark eisini frameftir eiga at samstarva og vera saman, og tí at vit halda, at hesin felagsskapur, ið vit hava kent í øldir, er hitt rætta grundarlagið fyri einum nýggjum, fruktabærum og javnbjóðis samstarvi, sigur Nauja Lynge, ið er stigtakari og formaður í nýggja felagnum.

 

Á fólksligari grund

 

- Ríkisfelagsskapurin skal ikki vera fyri tey fáu men heldur ein fólkslig rørsla, hvørs styrki eru familjubond og næra sambandið millum føroyingar, grønlendingar og danir.

- Tí fara vit at brúka alla megi fyri at tryggja samanhaldið millum fólkini og londini, sigur Nauja Lynge.

Øll, ið taka undir við viðtøkum felagsins, eru vælkomin at tekna seg sum limir. Lesið alt - á bæði grønlendskum, donskum og føroyskum - um viðtøkur, nevndarsamanseting og endamálsorðing á heimasíðuni www.foreningen-rigsfaellesskabet.com.

Hesi eru í nevndini í Felagnum Ríkisfelagsskapurin: Nauja Lynge, Jairus Lyberth, Martine Lynge Lyngesen, Nikolaj Olsvig, Edmund Joensen og Morten Larsen.

 

##

Til fjølmiðlarnar. Fleiri upplýsingar og viðmerkingar eru at fáa frá Nauja Lynge (tlf. +45 71758269 / nauja@lynge.me)