Viðtøkur

Foreningen-Rigsfaellesskabet.com

mail@foreningen-rigsfaellesskabet.com

Kontakt tlf: + 45 71758269

Viðtøkur

Viðtøkur fyri Felagið Ríkisfelagsskapin

 

§ 1 ENDAMÁL

1.1 Felagið Ríkisfelagsskapurin hevur sum endamál at varðveita Ríkisfelagsskapin millum Danmark, Grønland og Føroyar.

1.2 Felagið Ríkisfelagsskapurin ynskir at skipa í felag allar grønlendingar, føroyingar og danir, ið taka undir við hesum endamáli. Felagið Ríkisfelagsskapurin hevur heimstað á bústaðnum hjá tí til eina og hvørja tíð sitandi formanni felagsins.

§2 LIMASKAPUR

2.1 Limir í Felagnum Ríkisfelagsskapurin skulu vera fyltir 18 ár.

2.2 Nevndin kann nokta fyri limaskapi.

2.3 Allir limir, ið gjalda limagjald, hava atkvøðurætt á aðalfundinum, tó bert limir, sum í minsta lagi hava havt limaskap í fýra mánaðir frammanundan.

§ 3 AÐALFUNDURIN

3.1 Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins - tó við teimum í hesum viðtøkum nevndu undantøkum: § 2.2 og § 6.

3.2 Aðalfundurin skal haldast á hvørjum ári í tíðarskeiðnum 1. august - 30. november. Nevndin ásetur tíð og stað fyri aðalfundin. Kallað verður til aðalfund við freist á í minsta lagi seks vikur.

Innkalling kann fara fram umvegis Facebook ella teldubræv.

3.3 Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera formanninum í hendi í seinasta lagi 1. juni.

3.4 Eykaaðalfundur kann haldast, um meirilutin av nevndarlimunum seta fram áheitan um tað. Um hetta hendir, hevur formaðurin ábyrgd av at tryggja, at eykaaðalfundurin verður hildin innan tveir mánaðir.

3.5 Nevndini er heimilað at bjóða gestum, herundir fjølmiðlum, at vera við á aðalfundinum.

3.6 Nevndarlimur kann ikki vera fundarstjóri á aðalfundi.

§ 4 DAGSSKRÁ AÐALFUNDSINS

Dagsskrá aðalfundsins skal í minsta lagi fevna um niðanfyri nevndu punkt:

1. Val av skrivara

2. Val af atkvøðuteljarum

3. Val af fundarstjóra

4. Formansfrágreiðing

5. Framløga og góðkenning av roknskapi fyri seinasta roknskaparár og framløga av fíggjarætlan fyri verandi roknskaparár

6. Áseting av limagjaldi

7. Innkomin uppskot

8. Val av formanni

9. Val av í mesta lagi seks nevndarlimum og varalimum

10. Val av grannskoðara

11. Annað

§ 5 NEVNDIN

5.1 Nevndin er samansett av formanninum og í mesta lagi seks nevndarlimum, tó í minsta lagi fýra nevndarlimum.

5.2 Nevndin skipar seg sjálva við næstformanni, kassameistara og skrivara, og hon ger sjálv sína virkisskipan, eins og hon eftir tørvi setur nevndir at viðgera ella røkja serligar uppgávur.

§ 6 BURTURVÍSING

Nevndin kann við einum meiriluta á tveir triðingar burturvísa persónum, felagsskapum ella lokalfeløgum. Burturvísing fær virknað so skjótt hon er samtykt á nevndarfundi. Ein burturvístur persónur, felagsskapur ella lokalfelag kann krevja burturvísingina lagda fyri aðalfundin.

§ 7 BROYTING AV VIÐTØKUM

Uppskot til broytingar av hesum viðtøkum skulu góðkennast av nevndini. Áðrenn viðtøkurnar kunnu broytast krevst, at tveir triðingar av limunum, ið eru til staðar á aðalfundinum, atkvøða fyri broytingaruppskotinum.

§ 8 ATKVØÐUREGLUR

Tá atkvøtt verður um val av formanni, er regla um absoluttan meiriluta (yvir helvtina av atkvøðunum) galdandi. Fundarstjórin tekur avgerð um atkvøðureglurnar. Atkvøðurætturin kann ikki útinnast gjøgnum fulltrúa.

§ 9 ROKNSKAPARÁRIÐ

Roknskaparárið fylgir kalendaraárinum. Fyrsta roknskaparár felagsins er frá degnum, tá felagið varð stovnað, til og við 31. desembur 2015.

§ 10 TEKNINGSREGLUR

Felagið verður teknað av tveimum nevndarlimum í felag.

§ 11 AVTØKA AV FELAGNUM

Avtøka av Felagnum Ríkisfelagsskapurin kan einans samtykkjast á árliga aðalfundinum, og til avtøku krevst, at ein meiriluti í nevndini og minst tveir triðingar av limunum á aðalfundinum atkvøða fyri avtøku av felagnum.